Í vikuni hava báðir sagt, at teir hava álit á liðnum og bili sínum um, at trupulleikarnir seinast verða loystir. Í fyrstu tíðarkoyringini, ið var áðrenn prentbyrjan í morgun, vístu teir hetta í verki. Kimi Räikkönnen og Felipe Massa vóru nógv skjótari enn kappingarneytarnir í McLaren-Mercedes. Kimi Räikkönnen var eitt heilt sekund frammanfyri McLaren bilarnar hjá Lewis Hamilton og Fernando Alonso. Meðan Massa hevði nærum eitt hálvt sekund niður til McLaren bilarnar. Formil 1 koyringin verður send í sjónvarpinum kl. 12.25 sunnudagin.