Ferrari eru bidnir um at hvørva

Gitingarnar í formel 1 plaga um hetta mundið á formel 1 árinum at vera um, hvør koyrir á hvørjum liði næsta ár. Men í vikuni gitti fyrrverandi Ferrari koyrarin og formel 1 meistarin Nigel Mansell um eina stóra formel 1 samansvørjing. Hann segði seg ikki skilja, at Ferrari kann vera so langt afturi í ár, aftan á at hava dominerað formel 1 í so nógv ár. Hann helt at tað tykist, sum um onkur hevði biðið Ferrari um at hvørva úr oddastríðnum í ár.
Danski rasarakoyrarin Marrtin Jensen var í sendihølinum hjá TV2 sunnudagin, hann segði seg vera sannførdan um, at okkurt gongur fyri seg aftan fyri leiktjøldini í formel 1. Ferrari hava smurt alt av í nógv ár, men eru í ár heilt steðgaðir upp, og fingu t.d. ongan bil í stigini á Monza hetta vikuskiftið. Spenningurin í formel 1 fall nakað væl, tá Michael Schumacher kundi kalla seg heimsmeistara tíðliga hvørt kappingarár, og hetta gekk út yvir hyggjaratølini.
Tað at onnur lið blanda seg í oddastríðið hevur fingið meira spenning í aftur formel 1, og tí koma slíkar gitingar. Tað er tó ivasamt hvussu nógv hald er í hesum.