Tað er í dag klokkan 14, at danska listarkvinnan, Ingrid Møller, fer at hava fernisering í Smiðjuni í Lítluvík, har hon fram til 16. august fer at hava forvitnisliga listaframsýning.
Listakvinnan letur heilsa, at øll eru hjartaliga vælkomin á gátt, og í døgunum, 11.-16. august, meðan framsýningin er, fer hon at hava opið í tímunum frá klokkan 12 til 18.
Danska listarkvinnan er ógvuliga hugtikin av Føroyum, føroysku náttúruni og skiftandi veðurlagnum. Hon hevur verið nógv í Føroyum, og í sínari tíð arbeiddi hon eisini her.
Gjøgnum árini hevur hon havt fleiri framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin hesaferð hevur heitið ”In the middle of the ocean”, sum leiðir til okkara 18 smáu oyggjar her uppi í tí harðbalna Atlantarhavinum.
Við sær hevur Ingrid Møller serliga akrylmálningar – við bæði kendum og eksperimenterandi motivum og tulkingum úr Føroyum.










