Føroyska listafelagið í Danmark bjóðar til fernisering við Lenu Nicolajsen, sunnudagin 17. september kl. 14-16 í Føroyahúsinum.
Lena Nicolajsen er útbúgvin á Danmark Designskúla í 2008 og arbeiðir við at gera myndlýsingar til barnabøkur, grafiskar stuttsøgur og hevur umframt hetta sínu egnu design-kollektión.
Hendan framsýningin umfatar akvarellir gjørdar árla um morgnarnar í 2017 - ein roynd at finna spontanitetin og spælið fram í tekning og litvali. Tað, sum hugkveikir Lenu, er tað barnsliga og nærveran.










