Fernisering í Hoydølum

Í dag var fernisering í felagsrúminum í nýggju lonini í Hoydølum, har næmingar á listabreytini sýna fram myndir, málningar og aðra list. Talan er um eina valgrein í 2. og 3. g, og í flokkinum eru 16 næmingar.

- Her eru flestu formar av list. Haldi eg kann siga alt uttan skulpturar. Tað hugsaðu vit um at gera eisini, men tað gjørdist ov umfatandi, sigur flokslærarin, Jóannes Gaard.

Nýggja lonin varð bygd, tí blámusoppur varð staðfestur í gamla skúlanum.

- Ráðini vóru ikki at pýða nýggju lonina við keyptari list, og tí fekk listaflokkuin til uppgávu at gera tað. Og eg haldi úrslitið er ógvuliga gott, sigur Jóannes Gaard.

Listin skal hanga í nýggju lonini í hvussu er fram til nýggi skúladepilin í Marknagili verður tikin í nytslu ætlandi í 2015.

- Men man ikki okkurt av listaverkunum fylgir við út í nýggja skúladepilin, sigur Jóannes Gaard.