Fernisering av framsýningini ”Brot” á Listasavni Føroya

Fríggjadagin 26. august klokkan 16 letur framsýningin ”Brot” upp á Listasavni Føroya. Framsýningin vísir føroyska samtíðarlist í stórum vavi.

 

Silja Strøm, Quiet Ordinary Things, olja á træ, 2021. Ogn hjá Føroya Politi og Bygningsstyrelsen

– Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar, ið koma til hugs av teirri orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni?

 

Hesir spurningar stinga seg upp á framsýngini ”Brot”. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini.

 

– Verkini viðgera stór evni sum til dømis kroppin, samfelag og burðardygd, samstundis sum tey rannsaka nýggj úttrykk, nýggja tøkni og øðrvísi tilfar. Hóast verkini eru sera fjølbroytt, fáa tey ein felagssamanhang í framsýningarhølinum. Tey tosa saman og siga okkum nakað um tað, sum rørir seg í samtíðarlistini og í samfelagnum í dag.

 

Á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

 

Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.

 

Silja Strøm, Quiet Ordinary Things, olja á træ, 2021. Ogn hjá Føroya Politi og Bygningsstyrelsen