Í dag er endaliga avgreitt, at 30 ára gamli Fernando Torres skiftir aftur til barndómsfelagið, Atletico Madrid. Á vegnum hevur hann skotið eitt lítið skot eftir Liverpool.
Les eisini: Torres aftur á gamlar gøtur
- Í Chelsea fekk eg tað, sum eg manglaði tá eg fór úr Liverpool, steyp, sigur Fernando Torres, sum skifti frá Liverpool til Chelsea fyri eina hálva milliard í 2011.
Nógv Liverpool viðhaldsfólk vóru óð um at hann valdi at fara úr felagnum. Skiftið fekk eisini nógva umrøðu. Bæði orsaka av prísinum, men serliga av manglandi málunum og avrikinum í Chelsea. Fernando Torres var sum gandaður, tá hann fór í blátt. Einki bar til og avrikini vóru til tíðir pínlig.
Hetta vil spanski framherjin tó ikki hava sitandi á sær. Hann heldur hinvegin, at hann hevur verið ein fongur fyri Chelsea, sum í tíðini hann var har vann Champions League, Europa League og FA Cup.
Skiftið er eitt sindur serligt, tí AC Milan leigaði upprunaliga Fernando Torres frá Chelsea í tvey ár. Hetta er so blivið til eitt keyp nú seks mánaðar seinni, men í somu løtu verður hann útleigaður til Atletico Madrid fram til á sumri 2016.










