Fernando Santos: Væntaði ikki at vinna so nógv

Portugisiski landsliðsvenjarin sigur, at nú skulu restin av dystunum í hesari undankappingini eisini vinnast

Venjarin hjá portugisisku evropameistarunum, Fernando Santos, var væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum á Tórsvølli í kvøld. Kvøldsins dystur endaði nevniliga heili 6-0 til Portugal, og tískil hava portugisar nú yvirhálað okkum í okkara undankappingarbólki til HM í 2018 í Russlandi.

 

Á tíðindafundi eftir dyst høvdu portugisisku tíðindamenninir fyrstarætt til at spyrja spurningar til Fernando Santos. Tískil var næstan allur tíðindafundurin á portugisiskum, men at enda slapp yvirritaði at spyrja ein spurning á enskum, sum Fernando Santos svaraði á portugisiskum, áðrenn ein tolkur umsetti svar hansara til enskt.

 

 

- Vit væntaðu ikki at vinna heili 6-0. Men okkara lið er sera sterkt, og tað vísti dysturin í dag. Vit ætla okkum sjálvandi at røkka HM í 2018. Sjey dystir eru eftir í hesari undankappingini, og vit ætla okkum at vinna restina, segði Fernando Santos sum síni seinastu orð á tíðindafundinum, áðrenn hann endaði.

 

Komandi HM-undankappingardysturin hjá Portugal verður spældur sunnudagin 13. november, tá ið Lettland, sum Føroyar vunnu 2-0 ímóti fríggjakvøldið, fer á vitjan hjá evropameistarunum.