Formel 1
Fernando Alonso gjørdist yngsti heimsmeistarið í formel 1 nakrantíð, tá hann tryggjaði sær triðja pláss í brasilsku formel 1 koyringini í Sao Paolo. Montoya og Raikkonen fingu fyrsta og annað pláss, hetta er fyrstu ferð, at McLaren fær bæði tey fremstu plássini í fimm ár. Men gleðin hjá McLaren koyrarunum var heldur ring at fáa eyga á. Tað var ein sera skuffaður Raikkonen, ið sá heimsmeistaraheitið hvørva afturum seg, og á sigurskammlinum, sá tað út, sum trupult var at halda tárunum aftur.
Óhapp í byrjanini
Sjálv formel 1 koyringin taldist ikki millum tær mest spennandi. Fernando Alonso byrjaði í fyrstu byrjunarstøðu, og megnaði at halda hetta pláss í byrjanini, men longu á fyrsta umfari varð trygdarbilurin settur á breytina aftan á eitt óhapp í byrjanini.
Tiago Monteiro, ið hevði ellivntu byrjunarstøðu, varð noyddur inn í pit á sjálvum upphitingarumfarinum. Hetta gjørdi, at eitt tómt pláss varð framman fyri Williams koyrararnar Webber og Pizzonia og David Coulthard í Red Bull. Allir tríggir gjørdust dekan ov grammir eftir eyka plássinum, og úrslitið varð, at Coulthard varð kleimdur í millum báðar Williams bilarnar, fyri Pizzonia og Coulthard var koyringin av á staðnum, meðan Webber koyrdi í pit, har hann varð í 25 umfør, áðrenn hann koyrdi út aftur á breytina.
Meðan ruddað var á breytini, koyrdi Alonso spakuliga, frammanfyri Juan Pablo Montoya, ið var byrjaður á øðrum plássi. Kimi Raikkonen var í byrjanini farin framvið Jenson Button og Giancarlo Fisichella og lá á triðja plássi. Eisini Michael Schumacher, ið byrjaði á sjeynda plássi megnaði at koyra seg fleiri pláss upp á fyrsta umfarinum, og lá beint aftan fyri Raikkonen á fjórða plássi.
Stóru tapararnir í byrjnanini vóru Jenson Button, ið datta av fjórða niður á sætta pláss, og Giancarlo Fisichella, ið fór av triðja aftur á fimta pláss.
Montoya tók ræðið
Tá koyringin varð endurstartað, var tað Montoya, ið byrjaði bestur. Hann fór framvið Alonso. Montoya varð verandi á odda restina av koyringini, uttan at nakar trýsti hann. Fisichella fór somuleiðis framvið Michael Schumacher. Aftan á fimm umfør, vóru longu fleiri yvirhálingar og nógvur spenningur. Hetta boðaði frá góðum, serliga tí teir báðir, sum bardust um heimsmeistaraheitið Fernando Alonso og Kimi Raikkonen lógu á øðrum og triðja plássi. Raikkonen hevði einki at missa, og tí var eitt hart stríð í væntu, har Raikkonen fór at trýsta Alonso til at gera eitt mistak, men tað kom slettis ikki. Fernando Alonso helt finnan aftanfyri seg heilt til bensináfyllingina. Tá fór Raikkonen framvið. Skuffandi koyrt av tí annars vanliga so frálíka finnanum. Tann veruliga kappkoyringin um heimsmeistaraheitið millum Raikkonen og Alonso er ikki sædd í ár.
Michael Schumacher vann fjórða plássið aftur frá Fisichella í pittstoppinum. Henda raðfylgja gjørdist eisini tann endaliga. Tað var ikki nógvur spenningur í kappingini um stigini, men Rubens Barrichello og Jenson Button stríddust væl um sætta pláss, Rubens gjørdist hesuferð tann longri. Ralf Schumacher koyrdi á mál, sum tann seinasti maðurin í stigunum á áttanda plássi.
Heimsmeistaraheitið er enn opið
Heimsmeistaraheitið fyri koyrarar er avgjørt Fernando Alonso hevur 117 stig, meðan Raikkonen hevur 96, við einans 20 møguligum stigum eftira at vinna, er einki, ið finnin kann gera. Annarleiðis stendur til í kappingini fyri lið. Har fór McLaren-Mercedes hetta vikuskiftið framvið Renault. Hetta er fyrstu ferð í ár at Renault ikki eru á odda í hesi kapping, og so góðir sum McLaren bilarnir eru í løtuni, verður ivasamt, um Renault megnar at taka hendur sigur frá McLaren-Mercedes. Eisini Ferrari gjørdi eitt hál hetta vikuskiftið, og er nú 17 stig frammanfyri Toyota á fjórða plássi, ið einans fingu 1 stig hetta vikuskiftið.