Formel 1
Við sera sannførandi koyring vann heimsmeistarin Fernando Alonso bretsku formil 1 koyringina á Silverstone breytini. Í kappingini um heimsmeistaraheitið liggur ungi spaniumaðurin nú 23 stig frammanfyri einasta veruliga avbjóðarin Michael Schumacher, ið fekk annað pláss.
Fyri nøkrum árum síðan, var tað ein vís kvinna, ið lýsti formil 1 á hendan hátt: Formil 1 er ein ítróttur har 20 mans í dýrum bilum koyra runt og runt, og at enda vinnur Michael Schumacher. Hetta er nú broytt, og hóskandi er ivaleyst at lýsa formil 1 soleiðis: Formil 1 er ein ítróttur har 22 mans í dýrum bilum koyra runt og runt, og at enda vinnur Fernando Alonso.
Fernando Alonso í Renault er ein ótrúliga fullkomin pakki, ið vinnur alt og ongantíð ger eina villu ella hevur tøkniligar trupulleikar. Nú annað ár á rað seta tey øll onnur upp á pláss.
Kimi Räikkönen lá stóran part av koyringini sum ein buffari millum Alonso og Schumacher, og forðaði í veruleikanum fyri, at hetta nakrantíð veruliga gjørdist spennandi. Í síðsta pitstoppi slapp Schumacher framvið honum, tá hansara pittlið brúkti heili 8 sekund til at skifta dekk og fylla bensin á bilin. Móti endaðum hótti Giancarlo Fisichella triðja plássi hjá Räikkönen, men slapp tó ikki framvið honum.
Fyri bretsku koyrarinir gjørdist dagur einki serligur. Jenson Button byrjaði á 19. plássi, men koyrdi seg flott upp á 12. pláss, áðrenn eldur kom í hansara Honda. Hin bretin, skotski David Coulthard megnaði ongantíð at gera nakað hóvasták burtur úr sær og endaði á 12. plássi.
Amerikumaðurin Scott Speed fekk ein keðiliga høvuðsleiklut, tá hann eitt sindur ófantaliga royndi at koma framvið Ralf Schumacher á fyrsta umfari, bilarnir raktu hvør annan, og Ralf Schumacher rakti síðan Mark Webber. Hetta gjørdist endin á degnum fyri allar tríggjar. Nú verður málið kannað, og tað er ikki ósannlíkt, at Scott Speed verður revsaður og møguliga ikki sleppir at koyra á heimabreytini í USA. Næsta koyring er í Kanada, men síðan verður USA á skránni, so um Speed fær bann í tvær koyringar, sleppur hann ikki at luttaka.