Fermetraprísurin fyri íbúðir er methøgur

Stóri eftirspurningurin eftir fastari ogn í Føroyum sæst aftur á fermetraprísinum fyri íbúðir. Prísurin táttar í fleiri førum í 30.000 krónur fyri fermeturin, sigur Petur M. Niclasen, stjóri í ognarmeklarafyritøkuni Skyn.

 

Prísurin fyri íbúðir er hækkaður meira enn húsaprísurin. Miðalfermetraprísurin fyri íbúðir er farin upp um 25.000 krónur, men stjórin í Skyn sigur, at nú síggja tey ferð eftir ferð, at íbúðir verða seldar fyri ein fermetraprís sum nærkast 30.000 krónum, og at prísurin enntá fer upp um viðhvørt.

 

Hann greiðir frá, at ein partur av orsøkini til, at íbúðarprísurin er hækkaður so nógv, er broytta bústaðarmynstrið.

 

- Fyrr keyptu fólk sær eini stór sethús og vóru búgvandi har alt lívið. Nú síggja vit eisini nógv eldri fólk, sum leita eftir minni bústaði, har lítið viðlíkahald er, og har orkunýtslan er lítil, sigur stjórin í Skyn.

 

Eisini ung fólk keypa íbúð, sum er ætlað sum varandi heim. Onnur velja at keypa íbúð heldur enn at leiga, og hjá onkrum er íbúðarkeypið ein millumloysn, har tey kunnu búgva í eina tíð, áðrenn avgerð verður tikin um framtíðina, greiðir Petur M. Niclasen frá.

 

Stjórin í Skyn vísir á, at eitt jaligt árin av hesi gongdini er, at fleiri fermetrar verða leysgivnir til størri familjur, og at tað kemur javnan fyri, at børn yvirtaka sethús hjá foreldrum, sum keypa sær íbúð.

 

Miðalprísurin fyri íbúðir er millum 2,1 og 2,2 milliónir krónur.