Ferjuvanlukka í India

Ein ferja við umleið 250 fólkum umborð er sokkin á indisku ánni Brahmaputra, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at nógv fólk hava latið lív. Umleið 50 fólk hava bjargað sær við at svimja til lands, sigur løgreglan.

Ferjan, sum hevði tvey dekk, sakk á einari leið, har streymurin er harður. Sjónvarpið Doordashan sigur, at vanlukkan kann hava kravt meiri enn 100 mannalív.

Í India eru nógvar ferjurutur, og vanlukkur eru av og á, tí ofta er alt ov nógv fólk umborð, og sum heild er tað so sum so við trygdarreglunum.