Ferjuvanlukka í Egyptalandi

Umleið 20 fólk eru deyð í einari ferjuvanlukku á Nilanánni í landspartinum Bani Suwayf har suðuri í Egyptalandi. Almenna tíðindastovan Mena sigur, at ferjan fór á land, tá ein bussur loysnaði og fór á rull á bildekkinum. Sagt verður, at 32 fólk vóru í bussinum.

Bjargingarfólk vóru skjót á staðið, og fleiri fólk vórðu fingin upp á áarbakkan. Ein løgreglustjóri sigur sambært Mena, at 17 fólk druknaðu, men sum skilst er ivi um talið.

Mena sigur heldur einki um,hvørt talan er um egyptar ella útlendsk ferðafólk.