Í morgun vóru bara 32 fólk funnin á lívi, og umleið 150 vóru funnin deyð eftir vanlukkuna við filipinsku oynna Sibuyam leygarkvøldið. Nógvur vindur, ringur sjógvur og gloprarregn gera bjargingararbeiðioð trupult. Sambært reiðarínum vóru 724 ferðafólk við "Princess of Stars", og manningin taldi 121.
Tey bjargaðu hava greitt frá, at alt hendi ógvuliga skjótt, og at fleiri fingu als ikki stundir at fara til bjargingarbátarnar. Harafturat var so ringur sjógvur, tá vanlukkan hendi, at fleiri av bjargingarbátunum holvdust, tá teir komu á sjógvin.
Tropiska ódnin Fengchen hevur herjað Filipsoyggjarnar um vikuskiftið, og fleiri hava spurt, hvussu tað bar til, at ferjan yvirhøvur sigldi í tí ringa veðrinum. Millum annað er komið fram, at "Princess of Stars" slapp at fara frá bryggjuni í Manila fríggjakvøldið, hóast veðurmenninir høvdu boðað frá illveðri. Myndugleikarnir hava eisini funnist at reiðarínum, sum eitur Sulpicio Lines, og fyribils hava hinar 21 ferjurnar hjá reiðarínum fingi forboð fyri at sigla.
Kannast til botns
-Tað er eingin ivi um, at reiðaríið hevur alla ábyrgd av vanlukkuni, sigur Elena Bautista, aðalskrivari í flutningsmálaráðnum í Manila, við Reuters.
Filipinski forsetin, Gloria Arroyo, hevur kravt, at vanlukkan verður kannað til botns. Hon vil hava at vita, hví ferjan fór avstað, samstundis sum ein tropisk ódn var á veg. Forsetin vísir á, at ferjur hjá øðrum reiðaríum vórðu liggjandi við bryggju.
Filipinska sjóverjan sigur, at "Princess of Stars" var á veg inn undir land at kroka, tá skipið fekk maskinskaða. Sambært sjóverjuni hava fólk, sum sluppu livandi frá vanlukkuni, greitt frá, at ferjan sakk eitt korter eftir, at maskinurnar vóru steðgaðar.