Leitað verður eftir teimum, sum vóru við egyptisku ferjuni "Salaam 89", sum hvarv í Reyðahavinum. Egyptisku sjóferðslumyndugleikarnir siga, at skip og tyrlur hava funnið vrakpetti og fleiri fólk á sjónum, og at tað tí er lítil ivi um, at ferjan er sokkin einar 40 fjórðingar úr saudiarabisku strondini.
Ferjan var á veg úr saudiarabiska býnum Dubah til Safaga í Egyptalandi. Tey fyrstu tíðindini vildu vera við, at 1300 fólk vóru við skipinum, men seinni skrivaði egyptiska tíðindastovan Mena, at meiri enn 1400 fólk vóru við, og at tey flestu vóru egyptar, sum arbeiddu í Saudiarabia, og sum vóru á veg til hús. Sambært myndugleikunum hevði ferjan lopyvi at hava 1400 ferðafólk og 200 bilar.
Hetta er aðru ferð í nakrar mánaðir, at reiðaríið El Salam Maritime missir eina ferju í Reyðahavinum. Í heyst sakk ferjan "Salaam 95", eftir at hon hevði stoytt saman við eitt kýpriskt farmaskip. Ta ferðina eydnaðist tað at bjarga næstan øllum ferðafólkunum.