Ferja sakk á veg til skipasmiðjuna

Ein lítil ferja, sum kommunan í Aalborg hevur keypt úr Týsklandi, sakk í nátt uttan fyri Århus. Ferjan, sum skal sigla millum Aalborg og oynna Egholm í Limfjørðinum, skuldi til umvælingar á skipasmiðju í Århus. Neyðugt var at toga skipið hagar, men í nátt vóru onkrir trupulleikar, sum endaðu við, at ferjan sakk.

Danska sjóverjan hevur sent eitt av sínum skipum á leiðina. Sagt verður, at eitt sindur av dieselolju er at síggja á sjónum, har ferjan liggur.

Ferjan, sum kostaði Ålborg kommunu 2,4 milliónir krónur, er bygd í 1963 og tekur 12 bilar.