Ferja fekk ein sjógv

Tá ferjan Suðerspeed var á veg úr Hirtshals til Kristianssand seinnapartin, fekk hon ein sjógv, sum gjørdi, at motorurin steðgaði. Reiðarin, Odd Grønberg, sigur við norska blaðið Fædrelandsvennen, at sjógvur rann niður ígjøgnum ein ventil á brúgvatakinum og niður á tólini á brúnni, og tað gjørdi, at motorurin steðgaði.

Tað tók manningini nakrar minuttir at fáa motorin aftur í gongd, og Superspeed helt síðani leiðina fram til Kristianssand. Tann seinasta teinin fylgdi ein sleipibátur ferjuni.

Color Line, sum eigur Superspeed, sigur, at 350 ferðafólk vóru við umframt manningina, sum telur 100.