Ótti verður borin fyri, at 250 hava latið lív í vanlukkuni, sum tað enn ikki hevur verið so nógv ítøkiligt at frætta um Tað letur til at ein sorgarleikur á sjónum hevur verið í Indonesia í morgun. Óttast verður fyri at kanska 250 hava latið lív í sorgarleikinum, tá ið ein ferja fór runt í eystara parti av Indonesia ? millum oyggjarnar Sulawesi og Borneo.
Samferðsluráðharrin í Indonesia, Jusman Syafii Djamal, sigur sambært tíðindastovuni Reuters, at 150 eru førd burtur frá ferjuni. Enn er ikki greitt, um tey vóru á lívi ella ikki.
Felagið, sum eigur ferjuna, veit at siga, at í hvussu so er 18 ferðafólk og fleiri av manningini, sum taldi 17, eru bjargað.
- Tropiska cyklonin, sum herjar, er orsøk til, at aldurnar eru upp til seks metrar høgar, sigur Djamal.
Seint seinnapartin í gjár stevndi ferjan úr Pare-pare á Sulawesi, men á veg ímóti Samarinda á eystara partinum av Borneo gjørdist tað heilt galið, og ferjan sakk fyrr í morgun.
AP veit at siga, at áðrenn ferjan koppaði, hevði tað eydnast teimum at senda út neyðarkall.
Tey átjan ferðafólkini, sum vórðu bjargað, róku á trimum bjargingarflakum, tá ið tey vóru tikin upp av fiskimonnum.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at ferjur søkka í Indonesia, sum við 13.700 oyggjum er heimsins størsta oyggjaríki.
Trygdin er einki at reypa av, og ofta eru ov mong umborð.
Fyri tveimum árum síðani lótu 400 lív og 250 vórðu bjargað, tá ið ein ferja sakk, eftir at hon hevði tikið sjógv inn á bildekkið. Tá vórðu fjúrtan funnin á bjargingarflaka níggju dagar eftir vanlukkuna.