Venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, heldur so nógv av suðurkoreanska miðvallarleikaranum Park Ji-Sung, at hann vil fegin hava hann at halda fram í felagnum tvey ár afturat. Í samrøðu við BBC sigur Ferguson, at hann hevur givið Park tilboð um ein tvey ára sáttmála.
-Hansara tíð í Manchester United hevur verið framúrskarandi, og eg eri vísur í, at hann fer at taka av tilboðnum, so hann verður í felagnum tvey ár afturat, sigur venjarin við BBC.
Park Ji-Sung, sum kom til Manchester United úr Ajax Amsterdam, hevur verið við til at vinna fýra meistaraheiti við enska felagnum, og hann hevur givið avboð til suðurkoreanska landsliðið, so hann kann brúka alla sína tíð til United.