Sir Alex Ferguson okm um vikuskiftið við eini treytaleysari umbering, eftir at hann eftir javnleikin móti Sunderland seinasta vikuskifti fanst harðliga at dómaranum í dystinum. – Eg biði um umbering til Mr. Wiley fyri persónligu eyðmýkingina, sum eg havi verið atvold til, og eisini biði eg um umbering til enska fótbóltssambandið, segði Sir Alex Ferguson. Tað er tó ikki vist, at umberingin munar nakað, tí enn hevur FA ikki gjørt av, um Ferguson skal revsast fyri útsagnir sínar.
LesarabrøvLesarabrøv