Ferguson var illur

Sir Alex Ferguson var úti við rívuni eftir stórdystin millum Arsenal og Manchester United.

- Howard Webb er ein góður dómari. Men tað vóru løtur í dystinum, har hann favoriseraði Arsenal. Til dømis við støðuna har Arsenal javnar til 2-2. Teir gera upplagt fríspark ímóti Saha beint áðrenn málmøguleikin uppstendur, segði Ferguson eftir dystin. Ferguson heldur eisini, at trygdin hjá honum, og hinum á United-beinkinum ikki var nóg góð. Hann heldur eisini, at væl uppbakkandi áskoðarnir hjá Arsenal løgdu eitt stórt trýst á dómaran. Arsenal vísir aftur, at trygdin ikki var nóg góð.