Ferguson væntar Lindegaard innan tvær vikur

Daniel Taylor frá tí enska blaðnum, The Guardian hevur nevnt ein søluprís fyri danska landsliðsmálverjan hjá norska felagnum, Aalesund, Anders Lindegaard, sum svarar til umleið 30 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Ferguson var eisini hampuliga opinskáraður um Anders Lindegaard á tíðindafundi í Glasgow fyrr í dag.

 

Sjálvur tekur Anders Lindegaard tað ógvuliga róligt. Í hesum døgum er hann í feriu heima í Danmark. Og hann tekur sær av løttum teir næstu dagarnar, inntil fótbóltsframtíðin er vís. Anders Lindegaard hevur sagt við danskar og norskar miðlar, at gerst sáttmálin við Manchester United ikki veruleiki, so er hann til reiðar at taka enn eitt tørn fyri Aalesund í tí bestu norsku fótbóltsdeildini.