Ferguson umhugsar at gevast

Áhaldandi søgur hava í dag gingið í Manchester um, at Sir Alex Ferguson umhugsar at gevast sum venjari hjá Mancester United og boða frá hesum í vikuni.

 

The Telegraph skrivar í kvøld, at spælarar og venjarar hjá Manchester United hava spælt golf í dag, og eftir tað fóru slatursøgur at ganga um, at 71 ára gamli Ferguson umhugsar at gevast í starvinum, hann hevur verið í seinastu 26 árini.

 

Leiðslan í Manchester United hevur ikki fyrihildið seg til søgurnar, og um nakað hald er í søgunum, er Manchester United bundið at strongu reglunum á partabrævamarknaðinum í New York, sum fyrst skal hava fráboðan um týðandi broytingar í felagnum.

 

Manchester United, sum hevur vunnið enska meistaraheitið í ár, skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti Swansea, og sagt verður, at Ferguson helst verður noyddur at koma við eini fráboðan um sína støðu fyri dystin, tí óvissa og slatur um hansara framtíð í felagnum fer at ávirka partabrævaprísin og álitið hjá íleggjarunum á felagið.