Leygardagin spældi Manchester United venjingardyst í Aberdeen. Høvið var at heiðra Aberdeen-liðið, sum vann UEFA Cup kappingina fyri 25 árum síðani. Ferguson var venjari fyri Aberdeen tá, og hesaferð vann United-liðið hjá Ferguson 2-0 á Aberdeen.
Samstundis sum Ferguson hevur verið á vitjan aftur í Aberdeen, koma fótbóltslið úr fleiri londum til býin fyri at taka lut í Aberdeen International Football Festival (AIFF). Millum liðini eru føroysku U15 og U17 landsliðini.
Ein av teimum, sum tók stig til Aberdeen International Football Festival fyri 28 árum síðani, var júst Sir Alex Ferguson, sum tá var venjari í býnum.
- Ferguson hevði avgerandi leiklut í at gera altjóða fótbóltskapping í Aberdeen, og hann hevur øll árini síðani stuðlað kappingini. Hann spyr ofta, hvussu tað gongur við kappingini, sigur Gordon Naismith, sum er leiðari fyri AIFF við Evening Express.
Evening Express skrivar, at millum liðini, sum koma til kappingina í ár, eru alt-vinnandi føroysku liðini, sum koma at verja teirra U15 og U17 heiti.
Fyrstu dystirnir hjá føroysku liðunum verða spældir týsdagin kl. 10.30.