Ferguson óttast Benzema

Karim Benzena bankaði bóltin í kassan á Stade de Gerlánd í Lyon, og Alex Ferguson hevur fulla virðing fyri Lyon-leikaranum. ?Benzema leikar, sum einsamallur áleypsleikari, og hann er ein verulig málhóttan. Mátin hann tók sín møguleika í fyrra dystinum, er eitt prógv um, at hann kann skjóta mál burtur úr ongum, og ein hevur veruliga orsøk til at óttast leikarar, sum Banzema. Banzema er málskjúttin á liðnum, og fríspørkini hjá honum og Juninho eru ein 100% hóttan ímóti okkum, og tað er nakað vit mugu taka í fullum álvara.? Nógvar keldur meta, at tað er sannlíkt, at Ferguson og Manchester United fara at bjóða uppá Karim Benzena til komandi kappingarár. Men har verða nógvir um boðið. United og Lyon leika á Old Trafford í kvøld. Fyrri dysturin endaði 1-1.