Nú hevur venjarin hjá Manchester United eisini sagt sína meining um málið Chelsea-framherjin, Didier Drogba skoraði ímóti Liverpool, tá Steven Gerrard kom at spæla Drogba frían við einari vánaligari afturlegging.
- Eg havi sæð málið hjá Didier Drogba. Talan var um eina reina gávu. Men tað er einki vit kunnu gera við tað. Vit mugu bara koma víðari, sigur Alex Ferguson við lokala Liverpool-blaðið, Liverpool Echo.
Sigurin hjá Chelsea merkir, at teir eru eitt stig frammanfyri Manchester United, áðrenn seinasta leikumfar komandi sunnudag.
Tí má Manchester United ikki bara vinna heimadystin ímóti Stoke, teir mugu eisini vóna, at Chelsea setur stig til ímóti Wigan á Stamford Bridge.
Alex Ferguson livir enn í vónini: - Eg haldi, at Wigan hevur eitt gott lið. Teir gera sítt besta, og ein veit ongantíð hvat kann henda í fótbólti. Fótbóltur er eitt ørt spæl, sigur skotski venjarin hjá Manchester United.










