Tey fýra ensku liðini í Champions League vunnu øll sín bólk, og tað gevur góðar vónir fyri endaúrslitinum hjá Onglandi í kappingini. Ein av teimum, sum heldur ensku liðini hava framúr møguleika, er Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United. – Hetta er fantastiskt fyri enskan fótbólti. Eg rokni við, at eitt av ensku feløgunum fer at standa ovast, og so er bara at vóna, at tað verða vit, sigur Sir Alex.