Ferguson peikar á Moyes

Í fleiri ár hevur verið tosað um, hvør skal taka við eftir sir Alex Ferguson í venjarastavinum í Manchester United, og leygardagin skrivaði The Sun, at Alex Ferguson peikar á David Moyes sum eftirmann hjá sær. David Moyes er venjari hjá Everton, og eins og Ferguson er hann úr skotska býnum Glasgow. - Tá ið tú hugsar um umstøðurnar hjá honum, so hevur hann gjørt eitt fantastiskt arbeiði í Everton, sigur Alex Ferguson sambært The Sun.