Ferguson minnist enn Toftir

Skotski landsliðsskiparin, Barry Ferguson, hevur avgjørt ikki góð minni um seinastu ferð sína til Svangaskarð. Ta ferðin vóru skotar hepnir at sleppa heim við 2-2 javnleik. - Tað var ein av ringastu døgunum í míni tíð sum spælari. Fólk vænta, at tú skalt vinna trygt, men tað megnaðu vit ikki. Tað var ein smalur vøllur, har undirlendið ikki var av tí besta, men serliga í fyrra hálvleiki spældu vit undir alt lágmark. Og vit eru sannførdir um, at talan ikki skal verða um endurøku hesaferð, sigur Barry Ferguson við TeamTalk.