Ein verja við Darren Fletcher, Michael Carrick, Patrice Evra og Ryan Giggs ljóðar næstan sum skemt, men tað var veruleiki hjá Manchester United í endanum av dystinum ímóti West Ham leygardagin. United manglar verjuspælarar í stórum tali, og tveir blivu skaddir afturat í dystinum leygardagin.- Hetta var ein stórur sigur fyri okkum, tí vit manglaðu seks verjuspælarar, og tveir blivu skaddir afturat. Vit eru við at mangla spælarar nú, sigur Alex Fergsuon, venjari.










