Nú er gamli revurin Alex Ferguson fara at føra sálarliga krígsførslu ímóti Chelsea. Seks dystir eru eftir at spæla í Premier League, og Manchester United hevur vunnið seg alsamt nærri Chelsea, sum er fremst. Sjey stig skilja liðini, og Ferguson heldur, at United hevur møguliga at vinna meistaraheitið.- Um vit halda fram við at vinna, so hava vit ein møguleika at gerast meistarar. Vit tveita ikki handklæði í ringin, og dysturin á útivølli ímóti Chelsea tann 29.apríl verður sera avgerandi, sigur Alex Ferguson.










