Ferguson leggur ikki kongin

Hóast hvassar atfinningar ímóti Sir Alex Ferguson seinastu tíðina hevur hann ongar ætlanir um at leggja frá sær

Tað hevur ikki verið gingið eftir vild hjá Ferguson seinastu tíðina. Liðið megnaði ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League, og avrikini í Premier League hava verið heldur svingandi. Tey krevjandi viðhaldsfólkini hava ikki verið nøgd og hava eisini givið sína ónøgd til kennar.
Men United hevur vent gongdini í landskappingini, og liðið liggur nú bert níggju stig aftanfyri Chelsea. Hetta er ein munur, ið United ofta áður hevur vunnið innaftur í seinnu hálvu av landskappingini.
Nógvar leysasøgur ganga í ensku fjølmiðlunum um, at Ferguson ikki heldur fram sum venjari eftir hetta kappingarárið, men Ferguson hevur ongar ætlanir um at taka seg aftur sum venjari í Manchester United.
- Hóast nógv halda, at mín tíð í United er farin, fari eg at halda fram sum venjari. Eg vil gera alt fyri at beina United aftur á rætta kós, slær Ferguson fast í samrøðu við Skysports.
Ferguson leggur afturat, at tað verður ikki lætt, tí at kappingin í Onglandi er beinhørð í løtuni. Eitt er, at Chelsea hevur eitt sera sterkt lið, men liðini í miðjuni eru eisini sterkari enn nakrantíð.
- Vit eru í holt við at endurbyggja liðið, og tað tekur tíð, men eg haldi, at vit eru nær við at náa málið, sigur Ferguson at enda.
Spurningurin er so, hvussu langan snór Ferguson fær frá nýggju eigarunum í Glazer familjuni.