Ferguson leggur eftir spælaraumboðsmanni

Mino Raiola gevur meistaravenjaranum aftur av somu skuffu

Núverandi stjørnan hjá italska stórfelagnum, Juventus, Paul Pogba varð partur av ungdómsakadamiinum hjá Manchester United, men fór frá Manchester United uttan nakran kostnað í 2012.

 

Manchester United misti ein spælara, sum síðani er blivin ein spælari í heimsflokki, sum hevur vunnið italska meistaraheitið tríggjar ferðir á rað. 

 

Í síni nýggju bók "Leading" leggur Sir Alex Ferguson, 13-faldur enskur meistari eftir spælaraumboðsmanninum Mino Raiola, og gevur Ferguson Raiola skyldina fyri, at Paul Pogba fór úr Manchester United. Og Alex Ferguson leggur herðslu á, at hann ongantíð hevur havt nakað álit á Mino Raiola. 

 

Mino Raiola hevur svarað aftur í italska Tuttosport: - Eg taki tað, sum eitt kompliment, at Alex Ferguson ikki orkar fyri mær. Tað merkir, at eg geri eitt gott arbeiðið, sum spælaraumboðsmaður. Eg geri mítt besta fyri mínar spælarar. Eg arbeiði ikki fyri venjarar ella starvsfólk, staðfestir Mino Raiola við Tuttosport. 

 

Í ti nýggju bókini skrivar Ferguson: - Tað eru nakrir spælaraumboðsmenn, sum eg bara ikki orki fyri. Mino Raiola er ein av teimum. Eg hevði misálit á honum frá fyrsta degi. Vit vóru, sum olja og vatn, skrivar Alex Ferguson í tí nýggju bókini "Leading".