Ferguson kom við hugskotinum

Tað var fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Aberdeen, Sir Alex Ferguson, sum kom við hugskotinum um kappingina Aberdeen International Football Festival, sum hevur verið kærkomin hjá føroysku ungdómslandsliðnum seinnu árini.

– Ferguson hevði avgerandi leiklut í at gera altjóða fótbóltskapping í Aberdeen, og hann hevur øll árini síðani stuðlað kappingini. Hann spyr ofta, hvussu tað gongur við kappingini, sigur Gordon Naismith, leiðari fyri AIFF við Evening Express.

Sir Alex Ferguson er í Aberdeen í hesum døgum, har venjingardystur hevur verið skipaður millum Aberdeen og Manchester United. Hetta fyri at feiðra liðnum, sum vann UEFA CUP kappingina fyri 25 árum síðan.