Sir Alex Ferguson er avgjørt ikki imponeraður av Ryan Giggs-gøluni, sum næstan ongan enda tykist taka.
Ótrúskapur við reality stjørnu, ótrúskapur við bróðurkonuni, sum hann gjørdi við barn, og alt er endað í einari risa familjugølu.
Undan øllum hesum avdúkingunum var Ryan Giggs kendur sum ein sjálsamur gentlemaður á fótbóltsvøllinum, og ein rættur familjumaður uttan fyri vøllin. Men tann ímyndin er svunnin sum døgg fyri sól, og tað líkar ikki Sir Alex Ferguson, sum fer at revsa vetaranin hart, tá hann møtir upp eftir summarfrítíðina mánadagin.
Enska blaðið The Sun hevur tosað við keldur í felagnum sum siga, at Ferguson fer at geva Giggs eina bót, sum svarar til fýra vikulønir ella góðar 2,7 milliónir krónur. Men spurningurin er, um tað ber til.
Reglurnar fyri Premier League siga nevniliga, at ikki ber til at døma eina leikara meira enn tvær vikulønir i bót.
Ikki tí Giggs kemur neyvan í fíggjarligt óføri av einari slíkari bót, menglan hevur kostað Manchester United leikaranum dýrt. Hann hevur brúkt fýra milliónir krónur til sakførara útreiðslur, sum partvís skuldi leggja lok á gøluna, og tá tað ikki eydnaðist, at saksøkja twitter-brúkararnar, sum avdúkaðu hann.
Hartil hevur Ryan Giggs flutt bróðuri sínum, Rhodri, tvær milliónir krónur fyri ikki at avdúka smálutir, sum hann hevur fingið innlit í.










