Ferguson ikki venjari sum 70 ára gamal

Nógv hevur verið tosað um, nær Sir Alex Fergsuon fer at gevast sum venjari í Manchester United, har hann hevur havt starvið í 22 ár.

- Eg verði ikki venjari, tá eg fylli 70 ár. Tú mást gevast einaferð, og hóast eg havi ilt við sleppa starvinum, tí mær dámar tað so væl og brenni framvegis fyri tí, so má steðga einaferð, sigur 67 ár gamli Alex Ferguson við Main On Sunday.