Alex Ferguson, sum hevur verið høvuðsvenjari á Old Trafford í eina fjórðingsøld minnist seg ikki at hava sæð eitt vakrari mál, enn 2-1 sigursmálið hjá Wayne Rooney ígjár Miljónatals viðhaldsfólk hjá Manchester United eru ovurfegin um tað vakra 2-1 sigursmálið hjá Wayne Rooney ímóti Manchester City ígjár.
Málið helt lív í meistaraskapsvónirnar hjá Manchester United, og gjørdi samstundis tað øvugta við meistaraskapsvónirnar hjá tí lokala arvafíggindanum, Manchester City.
?Brassaspark?, ?Súkkluspark?, ?Luftfluktari? eru millum lýsingarorðini, ið verða sett á tað minniliga málið hjá Wayne Rooney í miðlunum kring heimin.
Sir Alex Ferguson, sum hevur 25 ára starvsdag sum høvuðsvenjari hjá Manchester United í heyst minnist seg ikki hava sæð eitt vakrari mál á Old Trafford leikvøllinum hesa fjórðingsøldina.
- Hatta var einastandandi vakurt. 1-0 málið hjá Nani var sanniliga vakurt, men eingin rættsiktaður tosar um tað málið nú. Øll tosa um 2-1 málið. Tað var heilt ótróligt, segði Alex Ferguson við SkySports aftaná dystin.
- Rooney skoraði ein vakran ?volley? ímóti Newcastle fyri nøkrum árum síðani, sum var á støði við hetta málið. Men skulu vit tosa um hvussu 2-1 málið í dag var frágingið, so hava vit ongantíð sæð nakað líknandi, staðfestir Alex Ferguson.
Men nú vil Alex Ferguson, at Rooney og Berbatov finna málformin á útivølli. Hann heldur, at har manglar avgjørt nakað.
Alex Ferguson er diplomatiskur um Manchester City: - Teir eru millum tey fýra ovastu liðini. Teir hava eitt sterkt lið, og ein sterkan hóp. Teir koma at vinna fleiri dystir komandi vikurnar, segði Alex Ferguson um tann lokala arvafíggindan við SkySports ígjár.










