Ferguson heiðrar Hernandéz

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United hevur enn einaferð havt eina hepna hond, tá talan er um at keypa spælarar til enska stórfelagið.

 

Javier Hernandéz gjørdist tann stóra hetjan hjá Manchester United í gjárakvøldið, tá teir á útivølli ímóti Valencia tryggjaðu sær trý stig í Champions League bólkaspælinum. Javier Hernandéz hevði bara verið á vøllinum í átta minuttir, tá hann fimm minuttir undan leikloki avgjørdi dystin fyri Manchester United á Mestalla leikvøllinum í Valencia.

 

Alex Ferguson var ovurfegin um avrikið hjá Javier Hernandéz ígjár: - Hann er ein ótrúliga góður framherji. Hann hevur skjótleika og gjøgnumbrotsmegi, og hann voldi Valencia stórar trupuleikar, segði Alex Ferguson við SkySports.

 

Sigurin hjá Manchester United var tann bert triðji sigurin hjá felagnum í einum europeiskum dysti á útivølli í Spania. Manchester United hevur í søguni spælt 19 europeiskar útidystir á sponskum leikvøllum. Tann fyrsti sigurin kom ikki fyrr enn í 2002, tá Manchester United sigraði á Deportivo La Coruna.