Ferguson: Familjan brýtir tøgnina

- Vit eru ovfarin av, hvussu mong hugsa um pápa mín, sigur sonur Alex Ferguson, Darren Ferguson, sambært BBC.

Tey vóru mong, sum kendu seg rakt, tá fyrrverandi venjarin hjá Manchester United gjøgnum mong ár, Sir Alex Ferguson, varð raktur av heilabløðing, og sjálvandi rakti hendingin familju hansara meinast.

 

Nú brýtur sonur hansara, Darren Ferguson, sambært BBC tøgnina.

 

- Eg vil fegin takka tí velduga stóra tali av fólki, sum hava sent okkum stuðuls-heilsanir. Vit eru ovfarin av at síggja, hvussu mong hugsa um pápa mín.

 

Alex Ferguson varð raktur av einari heilabløðing fyri einari viku síðan, og 76 ára gamli fyrrverandi Manchester United venjarin stríddist í eina tíð fyri at yvirliva tilburðin.

 

Men, mikudagin vóru góð tíðindi at frætta, tá sagt varð, at skotin ikki longur hevði fyri intensiva viðgerð fyri neyðini, og at hann soleiðis var úr lívsvanda.

 

Gongdin við sjúkraleguni hjá fyrrverandi venjaranum merkir tó ikki, at familjan hevur hug at siga so nógv um støðuna. Tey vilja framhaldandi hava frið um Alex Ferguson.

 

- Vit vilja gjarna sleppa at hava okkara privatlív fyri okkum sjálvi í tíðini undir hansara uppvenjing, sigur Darren Ferguson, sum gongur í fótasporunum hjá pápanum og starvast sum venjari.

 

Væntandi fer tað at ganga ein tíð, áðrenn Sir Alex Ferguson verður aftur at síggja á Old Trafford, har hann hevur havt so mangar bæði stórar og góðar løtur.