Sir Alex Ferguson var úti við rívuni ígjár, eftir stórdystin millum Arsenal og Manchester United. ?Howard Webb er ein góður dómari. Men tað vóru løtur í dystinum, har hann favoriseraði Arsenal. T.d. við støðuna har Arsenal javnar til 2-2. Teir gera upplagt fríspark ímóti Saha beint áðrenn málmøguleikin uppstendur!? Ferguson heldur eisini, at trygdin hjá honum, og hinum á United-beinkinum ikki var nóg góð. Hann heldur eisini, at væl uppbakkandi áskoðarnir hjá Arsenal løgdu eitt stórt trýst á dómaran. ?Har vóru fólk, sum róptu líkt og ólíkt eftir okkum!? Arsenal vísir aftur, at trygdin ikki var nóg góð, og at teir høvdu nóg mikið av trygdarvørðum rundan um United-beinkin. Arsenal blakaði eisini ein heimaáskoðari út av leikvøllinum. Arsene Wenger er heldur nøgdari: ?Vit høvdu hondbremsuna uppi í 1. hálvleiki, men tað koyrdi betri í 2. hálvleiki.? Wenger harmast um, at Arsenal ikki fekk 4 av 6 stigum ímóti Liverpool og Manchester United. Men samstundis fegnast Wenger um, at Arsenal er komið afturíaftur í báðum dystunum.










