Um tað eydnast Manchester United at sigra á Barcelona í Champions League finaluni komandi mikukvøld, so fær United-venjarin, Sir Alex Ferguson sjáldsama heiðurin at hava vunnið tríggjar Champions League kappingar. Ferguson vil eisini prógva, at hann ikki er ov gamal til at vera venjari á hægsta støði.
- Hvør sigur framalir størri forvæntningar, sigur tann 67 ára gamli skotin til BBC. Ferguson hevur 23 ár á baki, sum venjari á Old Trafford. Hóast hann hevur vunnið 33 ymisk heiti fyri United, so vera skotriðurnar mangar, um tað ikki eydnast honum at fáa sigurin til høldar mikukvøldið. Sjálvur sigur Ferguson, at stóru forvæntningarnar og óttan fyri at tapa, eru stóru drívmegirnar hjá honum: - Tað verður skotið við skørpum beinavegin, um tú hevur nøkur ring úrslit. Hygg bara eftir Arsene Wenger í hesum døgum. Eg haldi tað er ófatuligt, at hann skal fáa ein slíkan órættvísan kritikk. Tað er sera óheppið, men fjølmiðlarnir hava lagt upp til eina margháttliga støðu, har tú fært harðar ákoyringar, um tú ikki vinnur hvønn einasta dyst.
Ferguson slapp at smakka henda heilivágin á heysti í 1989, tá viðhaldsfólk hjá United skrivaðu á ein bannara: ?3 ár við umberingum - farvæl Ferguson?. Tey United-viðhaldsfólkini, sum skrivaðu tey boðini fyri skjótt 20 árum síðani mugu vera ógvuliga fegin um, at tað ikki bleiv lurtað eftir teimum tá.