Ferguson er ivasamur

Skotski liðskiparin, Barry Ferguson, er ivasamur til dystin ímóti Føroyum í annaðkvøld

Hetta veit heimasíðan www.teamtalk.com at siga frá. Barry Ferguson fekk eina skaða í knæði í dystinum ímóti Eysturríki síðsta mikudag. Barry Ferguson hevur ikki vant við hinum leikarunum síðstu dagarnar. – Vit hava onkrar skaðar í hópinum, og ein av teimum er Barry Ferguson. Eg trúgvi og vóni tó, at allir mans vera tøkir á dystardegnum, sigur skotski venjarin, Alex Mc Leish.