Ofta verður tikið til, at Sir Alex Ferguson dugir óvanliga væl at skapa ójavnvág hjá mótstøðuliðunum við sínum sonevndu »mind games«, men hetta tykist tó ikki nerva Rafael Benitez. Venjarin hjá Liverpool hevur – ikki uttan orsøk – sera gott sjálvsálit í løtuni, og hann heldur, at starsfelagin í Manchester er bangin fyri Liverpool. - Hatta er ikki bara spæl og nervakríggj. Ferguson tosar dekan ov nógv um hini liðini, og tað kundi veri tekin um, at hann er farin at óttast mótstøðuna, sigur Rafael Benitez við ensku miðlarnar.










