Ferguson bjartskygdur

Hóast United skal vinna seinasta dystin fyri at koma víðari, hevur Sir Alex Ferguson góðar vónir

Manchester United hevur bert fingið seks stig eftir fimm dystir í bólkaspælinum, og tí stendur nógv á liðnum undan seinasta dystinum á útivølli ímóti Benfica - ein dystur, ið United allarhelst skal vinna.
Hóast útlitini ikki eru eins góð, og tey plaga at vera, er Ferguson bjartskygdur.
- Vit hava megnað tað fleiri ferðir áður. Eg haldi, at venjingarstøðan er góð, og tí eru vit bjartskygdir undan seinasta dystinum. Sjálvsálitið er í øllum førum til staðar, segði Alex Ferguson eftir dystin ímóti Villareal.
- Eg haldi, at vit høvdu uppiborið at vinna í kvøld. Hetta var ikki nakað vánaligt avrik, men vit høvdu bara ikki hepnið við okkum frammanfyri málinum, legði Ferguson afturat.