Ferguson bíðar

Venjarin hjá Manchester United ætlar sær ikki at keypa spælarar, tá ið flytingarvindeygað letur upp í januar. - Vit eru í somu støðu sum í summar. Tað eru nógvir spælarar har úti, sum verða mettir til at hava virðið uppá 500 milliónir krónur. Sæð í ljósinum av hesum prísum, so er tað ikki realistiskt, at vit keypa nakran spælara, sigur Alex Ferguson við SportingLife.
Seinastu tíðina hevur verið róð fram undir, at United er áhugað í Everton-talentinum Jack Rodwell.