Manchester United vann 3-0 á FC Keypmannahavn í Champions League týskvøldið, og tað var fult uppiborið, at enska liðið vann á tí danska, sum spældi væl, men skapti fáar kjansir.
- Vit høvdu virðing fyri FCK, men vit royndu at spæla skjótt, so vit kundu skapa kjansir. Eg er ikki nøgdur við, at vit brenna so nógvar málmøguleikar. Alt hevði verið nógv lættari, um vit skoraðu fyrr í dystinum, segði Sir Alex Ferguson eftir dystin.FCK og Manchester United hittast aftur um tvær vikur, og tá verður tað í Parkini í Keypmannahavn.