Fergu millum Ålesund, Tórshavn og Reykjavík

Á Facebook hevur ein norðmaður sett á stovn ein bólk, “Ferry from Aalesund to Tórshavn to Reykjavik”, sum hevur til endamáls at skunda undir eina nýggja fergurutu, ið skal ganga millum norska Ålesund, føroyska Tórshavn og íslendska Reykjavík.

Bólkurin varð stovnaður hósdagin í farnu viku, og í skrivandi stund dáma um longu 4.000 Facebook-brúkarar síðuna og mugu sostatt væntast at taka undir við hugskotinum um hesa fergurutu. Eitt nú sigur stovnarin seg hava verið í samband við tvey reiðarí, Stena Line og Color Line, ið bæði hildu hugskotið vera áhugavert.

Fleiri av teimum, sum gera viðmerkingar í bólkinum, geva til kennar, at tey sakna gomlu rutuna hjá Smyril Line, ið var til Bergen, umframt at onkur eisini mælir til at sigla til Seyðisfjarðar, heldur enn til Reykjavíkar, sum vildi verið beinleiðis kapping við Smyril Line. At norska havnin á hesi rutu skal vera Ålesund, er fyri at fólk á norska vesturlandinum skulu fáa møguleikan at ferðast, uttan altíð at skula fara á norska suðurlandið fyrst.

Stovnarin sigur eina fergurutu millum Ålesund, Tórshavn og Reykjavík fara at økja um ferðavinnu í bæði Føroyum og Íslandi, sum bæði eru sera náttúruvøkur, so tað verður fult av norskum, svenskum, donskum, finskum og týskum ferðafólkum í Havn og Reykjavík.

Enn er talan tó ikki um nakra ítøkiliga ætlan, men eitt ynski, sum er sett í spæl við hesum Facebook-bólkinum (www.facebook.com/ferryatr), ið stovnarin vil hava so mong sum møguligt at deila, so síggjast kann, um nóg stór undirtøka er fyri rutuni.