Enn eitt Clean Sheet móti Everton – tað 12. á rað – ber við sær, at Manchester United leygardagin setti nýtt met í enskum fótbólti.
1.122 minuttir eru nú spældir, síðani mótstøðuliðið seinast skoraði móti Manchester United í Premier League, og fram um aðrar var tað hollendski málverjin, Edwin van der Saar, sum fekk stórar rósur frá venjaranum.
- Hetta er eitt framúrskarandi avrik. Eg hevði ilt við at trúgva tí, tá eg las, at seinasta málið, sum er skorað móti okkum í liguni, var móti Arsenal í oktober mánaði.
- Van der Saar gevur frið og tryggleika yvir verjuspælið. Seinastu dystirnar hava vit skift út millum teir aftastu fýra eitt ótal av ferðum. So eg má rósa verjuni og serstakliga málverjanum.
- Hesa ferð høvdu vit eina rúgvu av møguleikum, men vit megnaðu ikki veruliga at avgera dystin. Høvdu vit fingið næsta málið, var allur ivi burtur, men teir stóðu ímóti trýstinum, og gjørdist tað rættiliga strævið hjá okkum, segði Sir Alex Ferguson við ensku miðlarnar eftir dystin.
Starvsfelagi hansara í Everton, David Moyes, var ikki heilt ósamdur í, at sigurin var uppiborin, men hann harmaðist brotssparkið, sum bar sigurin við sær.
- Hatta er eitt av hasum brotsspørkunum, sum langt ífrá altí verða dømd. So tað var eitt sindur keðiligt, at hetta skuldi avgera dystin, segði Moyes.










