Fergie er svangur

Sir Alex Ferguson hevur í kvøld møguleikan at vinna sítt 38. steyp. Men hóast imponerandi sigurslistan, so sýnir hann enn ikki nøkur tekin um mettu

Fótbóltur

 

Hann hevur sitið við stýrisvølin í Manchester United í 22 ár, og tí eigur hann so heilt avgjørt sín stóra lut í stoltu siðvenjunum hjá enska stórfelagnum. Men Alex Ferguson setir á ongan hátt seg sjalvan í fokus, tá hann tosar um siðvenjuna hjá felagnum.

- Tað er eingin ivi um, at Sir Matt Busby var byrjanin til tað, sum felagið er í dag. Kanska er tað eisini lagnunnar speisemi, at júst Chelsea skuldi verða fyrsta enska felagið, sum tók lut í Europa-Cup, men tá fótbóltssambandið ikki vildi loyva hesum, stóð Sir Matt fast við sítt.

- Hann hevði dirvi og hugsjónir, og í dag kunnu vit bara staðfesta, hvussu enskur fótbóltur hevur ment seg takkað verið hansara avgerð. Tað er ein partur av fótbóltssøguni, sum vit eru errin um, og tí vilja vit ikki svíkja tey, sum farin eru, ella teir, sum í kvøld sita á stadion, sigur Sir Alex Ferguson.

 

Ov lítlir í Evropa

Hvussu stórt og kent Manchester United enn er, so er tað ein sannroynd, at felagið ikki veruliga telist millum tey stóru í evropiskum høpi. Feløg sum Real Madrid, AC Milan og Liverpool hava í so máta eina nógv sterkari siðvenju, og tað er nakað, sum Sir Alex er fullgreiður um.

- Vit hava eina stóra søgu, men hon er ov veik í evropiskum høpi. Og tað er mín vón, at vit kunnu styrkja hana við enn einum steypi í kvøld. Sjálvur havi eg tað tó gott undan dystinum. Hetta er mín fjórða evropiska finala, so vónandi havi eg royndirnar, sum kunnu stuðla spælarunum.

Men hann vil tó ikki fara so langt sum at siga, at hetta er ein fyrimunur fram um Avraham Grant – starvsfelagan í Chelsea – sum enn ikki vunnið nakað evropiskt steyp.

- Mín fyrsta finala við Aberdeen var ímóti Real Madrid og Alfredo di Stefano. Men eg ristist ikki á hondunum, tá eg handaði honum eina whiskey-fløsku, so tað veldst sjálvandi um, hvussu tú dugir at handfara trýstið, sigur hann.