Ferðvísarin í bilinum lumpar teg

Tú koyrir ikki so skjótt, sum ferðvísarin í bilinum hjá tær sigur.

Tey, sum brúka fervísaran í bilinum til at vissa seg um, at tey halda ta loyvdu hámarksferðina, eru eftir øllum at døma væl og virðiliga røttu megin hámarkið.

 

Tí ein kanning, sum umfataði 33 nýggjar bilar, vísir, at eingin av bilunum hevði ferðvísara, sum vísti ta veruligu ferðina hjá bilinum. Tað skrivar heimasíðan hjá danska kringvarpinum.

 

Í kanningini, sum bleiv gjørd við GPS, koyrdu bilarnir 100 kilometrar um tíman sambært ferðvísaranum. Men GPS-útgerðin avdúkaði, at tann veruliga ferðin var fleiri kilometrar niðan fyri teir 100 kilometrarnar.

 

At kalla allir ferðvísararnir vístu ov nógv, og í teimum flestu bilunum vístu teir, at bilarnir koyrdu millum fimm og átta prosent skjóari, enn teir í veruleikanum koyrdu.

 

Hjá bilførarunum í ES er hetta ikki tann stóri trupulleikin, tí eftir reglunum har kunnu ferðvísararnir í bilum vísa heilt upp í 10 prosent + seks kilometrar ov nógv, skrivar DR.

Teir bilarnir í kanningini, sum høvdu ta størstu misvísingina, vóru VW Golf 6 og VW Up. Bilurin við tí beinasta ferðvísaranum var ein Renault Gr. Scenic.